 |
|
Tak heystskránna niður her
(pdf)! |
|

Eitt skeið í samstarvi
millum Synergi og Confex
Share
02. november 2010
24. november 2010
15. desember 2010 |
Alt tær tørvar at vita um
HR-løgfrøði |
|
Fá løgfrøðiliga
HR-koyrikortið upp
á 3 dagar
|
Setanarsáttmálin - lønarágóðar -
starvsfólkahandbókin - frítíðarlógin -
kappingaravmarkandi ásetingar - verja av vitanini í
fyritøkuni - KT-politikkur í fyritøkuni -
tagnar-skylda og talufrælsi - diskriminatión -
barnsburðar- og foreldrafarloyvi - fysiskt og
sálarligt arbeiðsumhvørvi -
sjúkrafrávera - uppsagnir av starvsfólki |
|
|
Skrá |
|

Tak faldara
niður her!
OBS!
Feilur er í faldaranum - í einum dato á baksíðuni.
Vit byrja
TÝSDAGIN 2. november 2010.
(ikki mikudagin)
Útbúgving yvir
3 modul
Setanarklausular
Arbeiðsumhvørvi
Sjúkrafrávera
Diskriminatión
Teldupostur og internetnýtsla
Uppsøgn
Serligt fyri tað almenna
Serligt fyri tað privata
Tíðaravmarkað starv
Stjórasáttmálar
Starvsfólkaágóðar
Frítíðarlógin
Tagnarskylda
Vinnuloynidómar
Fráfaring
Hoyring
Kunning
Starvsfólkavaldir nevndarlimir
|
|
Ein
neyðug útbúgving fyri teg, sum hevur
starvsfólkaábyrd eller er í einum HR-starvi.
- Tríggir dagar, sum gera teg føran at taka
avgerandi og røttu avgerðirnar í
starvsfólkamálum
|
|
Tríggir dagar, sum gera teg til reiðar at
taka rættar og sera umráðandi avgerðir í
starvsfólkamálum
Løgfrøðilig
vitan og kunnleiki til galdandi krøv, lógir
og reglur er avgerandi fyri eina fyritøku
ella stovn. Hevur tú ikki neyðugu vitanina,
kann tað lættliga ganga galið – og javnan
við stórum avleiðingum. Hevur tú tí ein part
av ábyrgdini fyri politikkunum á
starvsfólkaøkinum, setan av starvsfólki,
uppsøgnum av starvsfólkum, sáttmálum v.m.,
so er hetta ein útbúgving fyri teg.
Tú hevur nú
møguleikan at fáa eina samanhangandi og
djúpa útbúgving í øllum teimum vanligu
viðurskiftum, sum starvsfólka-løgfrøði snýr
seg um:
Setanarsáttmálar, eisini stjórasáttmálar og
tíðaravmarkaðar sáttmálar
- Lønar-
og eftirlønarviðurskifti
-
Setanarklausular
-
Immateriell rættindi, tagnarskyldu og
vinnuloynidómar
-
Yvirvaking og eftiransing av starvsfólki
og um KT-reglur
-
Arbeiðsumhvørvi, sjúkrafráveru,
diskriminatión, barnsburð og frítíð
- Uppsøgn,
fráfaring og endurgjald
|
Tey trý
modulini tryggja, at tú kann gera virknar og
rættar politikkir og taka avgerandi og
rættar avgerðir í starvsfólkamálum.
Harumframt vilt tú vera før/-ur fyri at
ráðgeva øðrum í fyritøkuni, sum hava
avbjóðingar á starvsfólkaøkinum.
Modulskipað undirvising gevur stórt avkast
Útbúgvingin er sett saman í modul, tí tað er
okkara roynd, at tað gevur størsta avkastið.
Millum modulini fært tú uppgávur og
lesi-tilfar, soleiðis at tað lisna setir seg
fast og verður koplað til gerandis-dagin.
Uppgávur og lesing millum modulini er
sjálvboðið, meðan luttøka á teimum trimum
modulunum er kravt, um tú ynskir tær at fáa
útbúgvingarprógv.
Melda teg til longu
í dag á www.synergi.fo. Tú kanst
eisini ringja ella senda okkum ein
teldupost. Hevur tú spurningar ert tú
vælkomin at seta teg í samband við Anniku
ella Ásu hjá Synergi á tel. 322 355 ella á
t-post synergi@synergi.fo.
|
|
Modul 1 |
|
Samansetingin
av arbeiðsmarknaðinum,
starvssetanarsáttmálar, setanartreytir,
lønarspurningar, eftirlønarviðurskifti v.m.
Inngangur
til starvsfólkaløgfrøði
-
Arbeiðs- og
setanarrættur
-
Almenni og
privati arbeiðsmarknaðurin
-
Sáttmálaskipanin og sáttmálar uttan fyri
skipanina
-
Rættarskipanin fyri arbeiðs- og
starvsfólkamál
Hvar finnur
tú upplýsingar um lógir, reglur og seinasta
nýggja innan starvsfólkaløgfrøðina?
-
Lógir
-
Annar
lesnaður
-
Heimasíður
Ymisk sløg
av setanum
-
Serlig
viðuskifti í almennum setanum
-
Setan
uttanfyri sátmálaskipanina
-
Tíðaravmarkað setan, parttíðarsetan,
vikarar v.m.
|
At fáa fatur
á og at seta
starvsfólk
-
Setanarsamrøðan. Hvat kanst tú spyrja um
og hvørjum kanst tú leita eftir?
-
Lóg um
setanarbrøv. Hvussu orðar tú ein rættan
setanarsáttmála?
-
Gjøgnumgongd av øllum punktunum í
sáttmálanum
Løn og
starvsfólkaágóðar – um fleksiblar lønarpakkar
og eftirløn
-
Lønarpakkin.
Hvussu kann og skal lønarpakkin verða
samansettur?
-
Um
insitamentløn, bónusskipanir, provisión,
partabrævalønir, frían bil, bruttoløn,
aðrar lønarágóðar og eftirløn.
-
Provisiónslønt starvsfólk. Serlig
viðurskifti við starvslok v.m.
Stjórasáttmálar
-
Serlig
viðurskifti, sum skulu umhugsast í einum
stjórasáttmála
-
Nær er ein
stjórasáttmáli fevndur av
starvsmannalógini?
Heimalesing og
sjálvbodnar uppgávur |
|
Modul 2 |
|
Frítíðarlógin, kappingaravmarkingar,
tagnarskylda, immateriel rættindi v.m.
Starvsfólkahandbókin
Frítíðarlógin – hvussu eru reglurnar?
Nær eigur
ein kappingaravmarkandi treyt at verða
brúkt?
-
Hvat eigur
at verða hugsað um í samband við nýtlsu
av kappingaravmarknadi treytum?
-
Hvat er ein
starvstreyt, og nær skal hon brúkast?
|
Tagnarskylda
og handfaring av yrkisloynidómum
-
Tagnarskylda í setanarsáttmálum – hvussu
umfatandi skal hon vera?
-
Hvat sigur
marknaðarføringslógin um vinnuloynidómar?
-
Talufrælsið
hjá almennum starvsfólkum og hvar er
markið
Reglur fyri
nýtslu av t-posti, intra- og interneti
-
Hvussu
skulu politikkir um nýtslu av t-posti,
intra- og interneti, facebook o.a. vera?
-
Hvussu
langt kann arbeiðsgevarin fara í
eftirlitinum av starvsfólkunum?
Immateriel
rættindi
-
Upphavsrættindalógin, lóg um
uppfinningar hjá arbeiðstakarum v.m.
-
Hvat skal
standa í setanarsáttmálanum um hetta?
Heimalesing og
sjálvbodnar uppgávur |
|
Modul 3 |
|
Arbeiðsumhvørvi, sjúkrafrávera, barnsburður,
mismunur og uppsøgn av starvsfólki
Arbeiðsumhvørvislóggávan, sjúka v.m.
-
Arbeiðsumhvørvislóggávan
-
Sjúka –
rættindi og skyldur hjá sjúkrameldaðum
starvsfólki og arbeiðsgevara teirra
-
Samstarvstrupulleikar og handfaring av
”truplum” starvsfólkum
-
Strongd,
happing, depressiónir o.l.
Uppsøgn av
starvsfólki
-
Uppsøgn –
hvussu boðar tú starvsfólkinum frá og
tryggjar, at fyritøkan heldur galdandi
lóg?
-
Endurgjald
og fráfaringaravtalur – hvørjar lógir og
reglur eru galdandi?
|
Mismunur –
barnsburðar og foreldrafarloyvi
-
Diskriminatión og diskriminatiónsreglur
-
Løgtingslóg
um barsilsskipan og sáttmálaásetingar
-
Hvørji
rættindi hava mammur og pápar
Kravt
samskifti við starvsfólkið
-
Lógar- og
sáttmálaásetingar um samstarvsnevndir,
trygdarumboð o.l.
-
Reglur um
kunning og hoyring av starvsfólki og
starvfólkaumboðum
Álitisfólk
og onnur í álitisstørvum
-
Álitisfólk,
trygdarumboð v.m. – hvørji starvsfólk
hava álitisstørv?
-
Hvønn
týdning hevur álitisstarvið fyri teirra
setanarviðurskifti?
-
Reglur um
starvssfólkavaldar nevndarlimir
Útbúgvingin
endar
|
|
|
|
Tíðir á skeiðsdøgunum |
|
|
- Morgunmatur og
skráseting kl. 08.30-09.00
- Undirvísingin
byrjar kl. 09.00
- Matarsteðgur
kl. 12.00 - 13.00
- Undirvísingin
endar kl. 16.00
- Steðgir við
kaffi/te o.ø. leskiligum eru bæði fyrrapart og
seinnapart
|
|
|
Skeiðleiðari: Sigmund Poulsen, advokatur |
|
 |
Sigmund Poulsen er
advokatur og partnari í Advokatvirkinum. Hann er ein
av teimum heilt fáu føroysku advokatunum, sum í
dagliga starvi sínum hevur arbeiðs- og
starvsfólkarætt sum høvuðsgrein.
Hann er eisini ein
av teimum føroysku advokatunum, sum hevur ført flest
rættarmál um arbeiðs-og starvsfólkatrætur, bæði í
Føroya rætti, Eystara landsrætti, Fasta Gerðarrætti
og í øðrum gerðarrættum. Hann er rutineraður og
kendur undirvísari í starvsfólkaviðurskiftum, og
hann hevur tí stóra servitan og kennir hesi
viðurskifti - galdandi frá øllum vinklum.
Gleð teg til nakrar
spennandi dagar við einum serfrøðingi, sum veit hvat
hann tosar um og sum kann vegleiða teg um truplar løgfrøðisligar spurningar í tínum arbeiði.
|
|
|
Melda til longu í dag |
|
|
á
www.synergi.fo/tilmelding.htm.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær
til okkum á tel. 322 355 ella við t-posti til
synergi@synergi.fo.
Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomnum til tveir
eggjandi og lønandi skeiðsdagar.
Blíðar heilsanir
Synergi saman við Confex Danmark
|
|
|
Onnur tilboð frá Synergi |
|
|
Tørvar tær innanhýsis skeið í fyritøkuni ella at seta
saman ein spennandi dag við dugnaligum
fyrilestrarhaldarum? Set teg í samband við Ásu ella
Anniku á synergi@synergi.fo ella telefon 322355 og fá
nærri at vita.
|
| |
Praktiskt |
|
Dagur og staður: |
- Týsdagin 02.
november 2010 - kl. 09.00 - 16.00 - Hotel Føroyar - Tórshavn
- Mikudagin 24.
november 2010 - kl. 09.00 - 16.00 -
Hotel Hafnia - Tórshavn
- Mikudagin 15.
desember 2010 - kl. 09.00 - 16.00 - Hotel Føroyar - Tórshavn
Morgunmatur og skráseting
millum kl. 08.30 - 09.00.
Legg til merkis! Broyting kann koma
fyri í døgunum, men tað verður kunnað í góðari tíð.
|
|
Kostnaður: |
kr. 15.999 u/mvg. (-
19.998.75 v/mvg.)
NB! Sami prísur sum í
DK |
|
Avsláttur: |
Tekna tit 3 samstundis,
fáa tit 20 % í avsláttur. |
|
Íroknað: |
Íroknað kostnaðin er
3
daga undirvísing, íblástur, meirvitan og møguleiki
fyri at netverka og tosa við onnur, við somu
áhugamálum sum tú.
Umframt sjálvt skeiðið
fært tú
morgunmat, døgurða
og 2xkaffi við onkrum afturvið. |
|
Mál: |
Undirvíst verður á
føroyskum. |
|
Frámelding: |
Treytir fyri
frámelding
Møgulig frámelding skal verða skrivlig og hon skal
stílast til Synergi og sendast til
synergi@synergi.fo, ella faxast til 322 329.
Við frámelding verður roknað umsitingargjald á 10%
av fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding – tó í
minsta lagi kr. 500,-.
Kemur frámeldingin seinni enn 30 dagar fyri
skeiðsbyrjan verður roknað eitt gjald uppá 50% av
fullum skeiðsgjaldi fyri hvørja frámelding. 21 dagar
(ella seinni) fyri skeiðsbyrjan verður eingin
afturgjalding. Um tær ikki ber til at vera við, so
ert tú sjálvandi vælkomin at lata plássið til ein
starvsfelaga.
Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum og møguligum
broytingum í skránni. Avsláttir kunnu ikki
kombinerast.
|
|
Tilmeldingarfreist: |
28. oktober 2010 |
Tilmelding
- VISA Dankort: |
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og
gjalda við VISA. Tað er nógv lættari ;-) |
Tilmelding
- Rokning: |
Klikk her! - um tú ynskir at tilmelda teg og fáa
rokning.
NB! Minst til at rokning kemur fram á skermin
beinanvegin. |
|
|
Synergi •
Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands
•
synergi synergi.fo
•
Tel. +298
22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329) |
|
Meiningin við Synergi er
at geva
føroyska samfelagnum íblástur
og meirvitan. Soleiðis
fáa vit eitt betri
samfelag, betri fyritøkur
og glaðari og enn meiri
eldhugað starvsfólk. |
|