Framsíða Tilmelding Um Synergi Samband Tíðindi Farin tiltøk Myndir Ymiskt

Eitt sindur um ymisk stór tiltøk
- sum Synergi hevur samskipað fyri fyritøkur og stovnar


Eik 175 ár
Eitt tað størsta tiltakið, sum Synergi hevur skipað fyri í 2007, er hátíðarveitslan hjá Eik, ið fylti 175 ár. Hátíðarveitslan var leygarkvøldið 25. august 2007 í Tórshavnar Ítróttar- og Samkomuhøll. Uml. 800 gestir vóru bodnir til veitsluna. Hetta var ein sera flott og stásilig veitsla við alskyns undirhaldi, líka frá gestirnir komu, til tey fóru heim.

Synergi legði - líka niður í minst smálutirnar - nógva orku í fyrireikingarnar, soleiðis at tiltakið skuldi verða so gott sum yvirhøvur gjørligt. Skulu vit siga tað sjálvar, so eydnaðist tað avbera væl;-) Synergi hevur fingið sera góðar afturmeldingar frá gestum og frá stýrisbólkinum hjá Eik, sum stóð fyri veitsluni. Vit takka øllum, sum hava verið við til at gjørt hesa veitslu verda at minnast í nógv ár. Vit takka eisini Eik fyri at hava fingið leiklutin sum verkætlanarleiðarar á hátíðarveitsluni og ynskja teimum hjartaliga tillukku við teimum 175 árunum. 


Føroya Banki 100 ár
Føroya Banki helt í oktober fimm stórfingnar gallaveitslur fyri kundum bankans. Tær vóru í ítróttarhallunum í Trongisvági, á Skála, í Klaksvík og tvey kvøld í Tórshavnar Ítróttar- og Samkomuhøll. Synergi var samskipari av veitslunum og hevur í hesum sambandi samstarvað við nógv fólk, eitt nú Boga Andreasen, leiðara Margarinfabrikkini í Havn.

Nógvar fyrireikingar skulu til fyri at fáa eitt so stórt tiltak upp at koyra, og vit hava lagt nógva orku í at gera okkara part, soleiðis at tiltøkini skuldu eydnast væl. Nú tiltøkini eru av, eru vit sera glaðar um, at tey hava fingið sera góðar eftirmetingar. Vit takka fyrst og fremst Føroya Banka, ið lat Synergi sleppa framat og so sjálvandi øllum teimum mongu, sum hava havt teirra leiklut í fyrireikingunum - bæði on- og backstage. Vit ynskja Føroya Banka til lukku við teimum 100 árunum.


Ráðið fyri Ferðslutrygd 30 ár
Í sambandi við at Ráðið fyri Ferðslutrygd fylti 30 ár, skipaði Synergi og Ráðið fyri Ferðslutrygd fyri Lívsneyðugari ráðstevnu. Endamálið við ráðstevnuni var, at fáa øll at gera sítt til, at ferðslutrygdin verður sett í hásæti og at samstarv fæst í lag, soleiðis at arbeitt verður so skipað og miðvíst sum gjørligt. Øll eiga vit at taka ábyrgd - hvør á sínum øki. Nógv fólk varð savnað saman í Norðurlandahúsinum at hoyra um hetta álvarsmál. Um kvøldið varð galladøgurði fyri innbodnum. Vit ynskja Ráðnum fyri Ferðslutrygd hjartaliga tillukku við føðingardegnum og góða eydnu við arbeiðnum framyvir.

 Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands synergisynergi.fo Tel. +298 22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329)

Meiningin við Synergi er at geva føroyska samfelagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.